Get Out var filmurin við hægstu hyggjarameting í 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.01.2018 - 23:23

Mentan > List > Filmslist

Viðurkenda filmsheimasíðan, Rotten Tomatoes, hevur gjørt yvirlit yvir teir 10 filmarnar frá 2017, sum fingu hægst meting frá hyggjarunum.

Ovast á listanum finna vit ræðu- og spenningsfilmin Get Out. Get Out er um ein afro-amerikanska drong, sum fyri fyrstu ferð møtir foreldrunum hjá hvítu damu síni. Men alt er ikki sum tað sær út.

Serligt við listanum er, at hyggjararnir ofta dáma aðrar filmar, enn serfrøðingarnir gera. Hetta sæst væl á listanum, har vit finna fleiri spenningsfilmar. Eitt nú eru Star Wars: The Last Jedi, Wonder Woman, Logan, og Thor: Ragnarok á listanum.

Listin er hesin:

1. Get Out

2. The Big Sick

3. Dunkirk

4. Wonder Woman

5. Lady Bird

6. Logan

7. Baby Driver

8. Star Wars: The Last Jedi

9. Coco

10. Thor: Ragnarok



beint nú