Gifford fekk Orlando-samkenslukvøður úr Føroyum

Tíðindaskriv

29.07.2016 - 19:07

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Rufus Gifford, amerikanski sendiharrin, og maður hansara, Dr. Stephen DeVincent, fingu handað bók við føroyskum samkenslukvøðum í sambandi við álopið á amerikanska samkynda náttklubban í Orlando í seinasta mánaði.

Tað vóru LGBT Føroyar, Amnesty International Føroya Deild og Sirkus Føroyar, sum í felag skipaðu fyri minningarløtu fríggjakvøldið tann 17. juni í Sirkus í Havn fyri offrunum í Orlando - eins og minnið eftir allar aðrar LGBTarar kring heimin, ið hava latið lív vegna kynsliga sannføring ella samleika.

Sendiharrin var kenslurørdur av gávuni og takkaði teimum føroyingum, sum høvdu valt at vísa samhugakenslu við at skriva í bókina ella tendraðu eitt kertuljós undir minningarløtuni.

Bókin varð handað undir almennum døgurða á Hotel Hafnia, ið sendiharrin var vertur fyri, og sum umboð fyri LGBT Føroyar eisini vóru boðin til.

Tíðindaskriv frá LGBT