Gilli á Voxbotn 2018

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 10:03

Mentan > Mentan > Konsertir

Leygarkvøldið varð hann heiðraður við trimum DMA-awars í Danmark. Í dag kann Voxbotn boða frá, at ”Årets danske solist”, ”Årets danske udgivelse” og ”Årets danske sangskriver” traðkar á pall í Vágsbotni 30. juni komandi ár.

Talan er umrapparan Gilli, ið er tann kendasti og best umtókti rapparin í Danmark í løtuni. Hann varð tilnevndur heilar fimm heiðurslønir á Danish Music Awards um vikuskiftið og fekk tríggjar, og varð sostatt tann, ið varð heiðraður flest ferðir.

Gilli gjørdist kendur í 2014 eftir at hava givið EP’ina “Ækte vare” út, har fleiri av løgunum lógu á topplistunum á Spotify og iTunes. Stóra gjøgnumbrotið kom í 2015 við lagnum ‘C’est la vie’, sum gjørdist eitt stór hitt í Danmark. Enn størri gjørdist lagið "Tidligt op”, har tað eitt tíðarskeið í 2016 var tað sjeynd mest deilda lagið á Spotify yvirhøvur.

Umframt Gilli, so er longu avdúkað, at Nephew eisini verður við á Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkað, skrivar Voxbotn í tíðindaskrivi.