(Upptøka: SK Brann á Facebook)

Gilli: - Bólturin skuldi bara í málið

Ingi Samuelsen

14.08.2017 - 11:09

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólandsson, skjeyt eitt vakurt mál, tá lið hansara SK Brann í gjár vann 2-0 á Odds Ballklubb í norsku Tippeliguni.

Brann liggur framvegis í toppinum í norsku kappingini, hóast tað hevur kiksað eitt sindur við úrslitunum í seinastuni.

Brann liggur nú á triðja plássi við 31 stigum. Rosenborg liggur á odda við 41 stigum, Sarpsborg hevur 34 og Brann og Molde hava 31 stig.

Eftir dystin hevði heimasíðan hjá Brann samrøðu við føroyska landsliðsleikaran, sum greiðir frá, at tá bólturin við støðuna 0-0 lendi fyri føtur hansara eftir at hinir høvdu ’clearað’ eitt fríspark, var bert eitt at gera, og tað var at fáa bóltin í málið.