(Mynd: Nrk.no)

Gilli málskjútti í stórsigri

Sverri Egholm

16.05.2017 - 18:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Á degnum fyru tjóðardagin hjá norðmonnum vann Bergenliðið Brann stórsigur móti Sandefjord.

Føroyska landsliðsleikarin Gilli Rólantsson var við frá byrjan, og hann gjørdi eisini sítt til, at sigurin gjørdist so stórur. Tí tá Gilli skoraði beint fyri hálvleik økti hann um støðuna til 4-0 til heimaliðið Brann.

Úrslitið av dystinum gjørdist 5-0.

Brann liggur á triðja plássi í bestu norsku deildini við 17 stigum eftir níggju dystir. Rosenborg liggur á fyrsta pláss við 23 stigum. Mótstøðuliðið hjá Gilla og liðfeløgunum í kvøld, Sandefjord, liggur á áttanda plássi við 13 stigum.