Bárður Hansen fær møguleikan frá byrjan í kvøld

Gilli og Bárður inn fyri Jónas Þór og René

Ingi Samuelsen

10.10.2016 - 11:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tvær broytingar vera í føroysku byrjunaruppstillingini til dystin móti Portugal í kvøld.

Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, segði í útvarpinum í dag, at tvær broytingar verða gjørdar, sum ikki byggja á ónøgd yvir teir, sum eru vrakaðir, men heldur á eina kenslu av hvør riggar best til mótstøðuliðið.

Á vinstra bakki má Jónas Þór Næss víkja fyri Bárði Hansen, sum byrjaði inni í næstseinasta dystinum móti Ungarn, og longri frammi á vøllinum verður gjørt pláss fyri føroyinginum í bestu norsku fótbóltsdeildini, Gilla Rólantsson Sørensen, sum byrjar í staðin fyri René Shaki Joensen.

Sí eisini: Video: - Vit kunnu arga Portugal eitt sindur