(Mynd: brann.no)

Gilli skal finna sær nýtt felag

Ingi Samuelsen

15.01.2018 - 08:14

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fjepparar hjá fótbóltsfelagnum SK Brann í Bergen gera seg nú til at siga einum at stjørnunum á liðnum farvæl. Einki bendir á, at føroyski vongurin, Gilli Rólantsson heldur fram í felagnum.

Alt bendir á, at hann skiftir nú meðan flytingargluggarnir standa opnir.

Bergens Tidende kundi í farnu viku upplýsa, at Gilli Sørensen er til sølu. Tað er ikki tí, at føroyingurin ikki hevur klárað seg væl í felagnum, als ikki. Gilli hevði seinasta kappingarár eina av sínum bestu kappingum nakrantíð.

Men sáttmálin hjá Gilla er við at ganga út, og av tí at tað hevur gingið somikið væl, so hevur Gilli ført fram ynski um, at framgongdin á vøllinum eisini skal síggjast aftur á samsýningini, sum hann fær fyri at spæla fyri felagið.

Og her eru partarnir ikki samdir. Og tá felagið samstundis hevur ætlanir um at keypa inn nýggj fólk á øðrum plássum, er uppstaðin ein spurningur um, hvussu nógvum útlendingum felagið hevur pláss fyri.

Og tað er her, at felagið nú hevur sent út boð um, at Gilli Rólantson er ”veldig til salgs”, skrivar Bergens Tidende.

Feløgini í Eliteserien kunnu í mesta lagið hava níggju útlendingar í hópinum, og henda kvotan byrjar nú at fyllast hjá Brann. Hetta tí at felagið nú leitar eftir einum nýggjum málverja og eisini einum áleypara. Harumframt er felagið í samráðingum við ein ghanesiskan miðvallaleikara, sum í løtuni spælir við Sogndal. Um Gilli Rólantsson ikki leingir sín sáttmála, gongur kabalin upp, skrivar blaðið.