Mynd: EPA

Gíslatøkan í Sydney er av

Hallur av Rana

15.12.2014 - 22:42

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Fyri løtu síðani tóku servandar løgregludeildir seg inn í kaffistovuna, har ein muslimur hevur hildið umleið fjøruti fólk sum gíslar síðstu sekstan tímarnar. Tvey fólk eru deyð, harímillum gíslatakarin, og umleið fimm fólk eru løstaði.

Eygnavitnir greiða frá, at tey sóu umleið fýra skotrundir og fleiri ljós granatir, áðrenn løgreglan fekk tamarhald á støðuni.

Gíslarnir komu út í tveimum umførum. Fimm teirra megnaðu at sleppa til rýmingar, tá tey fyrstu skotini hoyrdust. Restin kom úr kaffistovuni, tá løgreglan hevði fingið stýr á støðuni.

Eygnavitnir vilja vera við, at løgreglan leitar eftir møguligum bumbum í løtuni.