Formaðurin hjá Giza Hoyvík, Kenneth Hovgaard saman við við nýggja høvuðsvenjara felagsins, Áka Johansen. (Mynd: Giza Hoyvík á Facebook)

Giza Hoyvík nýggjan venjara



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

14.11.2017 - 22:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er í kvøld kunngjørt, at liðið sum í fjør endaði nummar sjey í 1.deild, hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara.

Giza Hoyvík skrivar soleiðis á sínari facebooksíðu: 

Giza Hoyvík hevur í dag gjørt sáttmála við Áka Johansen, sum komandi tvey árini skal verða venjari hjá besta liðnum í felagnum. Áki Johansen kennir felagið væl, tí hann hevur í ár verið høvuðsungdómsvenjari í felagnum.

Áki Johansen hevur drúgvar royndir sum venjari. Flestu royndirnar eru komnar í HB, har hann hevur verið ungdómsvenjari, síðani høvðusungdómsvenjari og venjari hjá 1.deild. Hann hevur eisini verið høvuðsungdómsvenjari hjá B36 og hjálparvenjari hjá 07 Vestur.

Mest sermerkta og søguligasta avrikið hjá Áka Johansen kom sum venjari hjá U17 landsliðnum. Í síni seinastu uppgávu, eftir tíggju ára tænastu, megnaði hann saman Pól F. Joensen vann vinna liðið til EM endaspælið í Kroatia fyrr í ár.

Í Giza Hoyvíkfegnast vit um, at Áki Johansen hevur játtað at taka uppgávuna á seg. Sum felag stendurGiza Hoyvíkí vøkstri og roynir at finna fótafestið íHoyvík. Ein liður í at halda fram við at menna felagið er, at besta liðið stendur seg væl og er ein góð fyrimynd.

Giza Hoyvíkhevur sum langtíðarmál at vinna seg fast sæti í fremstu deildini men ásannar eisini, at tað hendir ikki eftir einum degi ella einum ári. Høvðusuppgávan hjá nýggja venjaranum verður at flyta felagið eitt stig nærri tí langtíðarætlanini og menna eitt fótbóltsumhvørvi, ið stendur mát við umstøðurnar hjá felagnum í løtuni.

- Høvðusuppgávan hjá mær verður at byggja víðari á góða arbeiðið hjá Frankie Jensen, sum hann hevur gjørt seinastu fýra árini. Hatta er ein spennandi uppgáva við nógvum møguleikum, tí felagið stendur ikki í stað, sigur Áki Johansen.

Áki Johansen boðar eisini frá, at fyrireikingarnar til komandi kappingarárið longu eru í gongd, og at fyrstu venjingarnar verður longu komandi viku.