Gjaldið fyri barnaansingina skal niður í helvt – alivinnan skal gjalda

Ingi Samuelsen

18.04.2015 - 10:50

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

Støðan hjá barnafamiljum og støkum uppihaldarum var eitt av høvuðsevnunum hjá Aksel V. Johannessen, tá hann fyrrapartin helt sína formansrøðu á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Havn.

Upplýsingarnar, sum komu fram í sjónvarpssendingini ”Við hjálp frá góðum fólki” og uppøsta kjakið um fátækradømi aftaná, lógu beint til høgrabeinið hjá Javnaðarflokkinum upp til landsfundin.

- Vit hoyra um mammur, sum seta seg sjálvur í aftastu røð fyri at tryggja børnunum mettuna. Tær ynskja ikki annað enn eitt heim til teirra børn, og børnini ynskja at hava somu møguleikar sum teirra javnaldrar.

- Stóra ríkidømið í Føroyum skal býtast øðrvísi, og tí hevur Javnaðarflokkurin sett sum mál, at longu komandi ársskifti, skal gjaldið fyri barnaansing í Føroyum seta niður í helvt, segði Aksel Johannessen, meðan lógvabrestirnir ljóðaðu í salinum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Ætlanin er, at alivinnan skal fíggja hesi fíggjarligu hjálp til barnafamiljurnar, legði hann afturat.

Javnaðarflokkurin heldur at tað er rímiligt, at blómandi føroyska alivinnan rindar eitt leigugjald fyri brúk av firðunum.

- Firðirnir eru fólksins ogn, núverandi alararnir forða øðrum í at gera brúk av teimum. Tí er tað rímiligt við einum leigugjaldi, segði Aksel V. Johannessen, og legði afturat at henda ætlan á ongan hátt er ætlað fyri at leggja forðingar í vegin fyri vinnuna, bara at taka tað, ið er rímiligt fyri lánið.

Gjaldið skal latast kommununum, sum so longu á nýggjárinum kunnu seta ansingina niður í helvt. Eitt vøggustovupláss kostar í dag umleið 2500 krónnur um mánaðin og eitt barnagarðspláss 1500 krónur. Um hetta verður hálverað, verður tað ein munandi lætti hjá barnafamiljunum, heldur Javnaðarflokkurin.

Aksel Johannessen segði eisini, at langsiktaða málið hjá Javnaðarflokkinum er, at barnaansingin skal verða ókeypis.