(Mynd: sunda.fo/Sofus D. Johannessen)

Gjógv syrgir við belgiska fólkinum

Ingi Samuelsen

24.03.2016 - 12:25

Tíðindi >

Komandi dagarnir lýsa ljósini í Gjónni við Gjógv við litunum í belgiska flagginum. Hetta fyri at sýna samkenslu við Belgia eftir yvirgangsálopini fyrradagin.

Nógv fólk eru við Gjógv um høgtíðina, og er tað stak hugnaligt at ganga oman til Gjónna at síggja hvussu vøkur hon er um kvøldarnar, skrivar Sunda kommuna á netinum.

Les eisini: Heimurin í sorg saman við Belgia