Mynd: Teitur Samuelsen

Gjørt fyrstu 600 metrarnar av koyribreytini

Sverri Egholm

09.01.2018 - 20:35

Tíðindi >

Arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin er nú byrjað aftur eftir ársskiftið.

Á Hvítanesi byrjaðu teir ikki at spreingja aftur fyrr enn í fyrrakvøldið, av tí at teir hava gjørt fyrstu 600 metrarnar av koyribreytini inni í tunlinum. Á Hvítanesi hava teir sprongt 5 metrar í viku 1 og íalt 1.517 metrar.

Á Strondum hava teir hildið á við rundkoyringini. Móti Rókini og móti Hvítnesi eru nú umleið 15 metrar boraðir. Væntandi verður rundkoyringini liðug í viku 2.

Í alt eru sprongdir 3.172 metrar av Eysturoyartunlinum.




beint nú