Mynd: landsverk.fo

Glasir klárt á sumri næsta ár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

20.04.2017 - 19:30

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Fyrrapartin vóru løgtingslimir, embætisfólk og onnur og vitjaðu á byggiplássinum við Marknagil, har nýggi og stásiligi miðnámsskúlin, Glasir, verður bygdur. Framløgur og frágreiðingar vóru á skránni, og gestirnir vórðu vístir runt í bygninginum.

Heimskendi byggilistafrøðingurin, Bjarke Ingels, er sniðgevari. Hann sigur, at Glasir er mest stórsligni bygningurin, sum hann hevur sniðgivið, og hann heldur, at hvørki bygningar hansara aðrastaðni ella staðsetingarnar sláa Glasir.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, beyð vælkomin, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, greiddi frá um gongdina við byggingini. Hann vísti á tær mongu avbjóðingarnar, sum hava verið, men staðfesti eisini, at seinastu tíðina hevur gingist væl. Bogi Bech Jensen, rektari, hevði eina framløgu um skúlabygnaðin, og hvat Glasir fer at bjóða í framtíðini. Millum annað fara tað at vera umleið 20 útbúgvingar, einar 14-15 miðnámsútbúgvingar og restin hægri útbúgvingar.

Síðani byggingin við skúladepilin við Marknagil fór í gongd, hevur hon verið nógv umrøtt. Fyri tíggju árum síðani var farið undir at fyrireika byggingina av nýggjum miðnámsskúla, og tað gjørdist greitt, at talan var helst um størstu og truplu bygningsverkætlanina í Føroyum nakrantíð, og tað hevur eisini verið sera trupult. Tað hevur gingið bæði væl og illa við byggingini, men úrslitið er gott. Bygningurin er nú innilokaður, og arbeitt verður við innrættingini.

Sara Lundorff Fekih Winther, verkætlanarleiðari á Landsverki, greiddi frá tíðarætlanini og staðfesti, at hon fer at halda. Skúlin kann takast í nýtslu í seinasta lagi á sumri næsta ár.

Bygningurin er í seks hæddum á umleið 19.300 fermetrum. Pláss verður fyri umleið 1500 næmingum og 250 starvsfólkum á nýggja skúlanum.

Sí fleiri myndir niðanfyri.