Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Gleða seg at sleppa avstað aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

12.06.2018 - 18:36

Tíðindi >

-Vit gleða okkum til at sleppa aftur til fiskiskap, siga Erno og Ulrik, sum sigla við grønlandska pelagiska trolaranum Tuneq. Teir sigldu eisini við í fjør.

Tuneq hevur síðstu mánaðirnar ligið á Skála har menn frá Mest millum annað hava klassað skipið og Mekanik í Runavík hevur yvirhálað alt maskinaríið.

- Nú er arbeiðið liðugt og vit fara eftir ætlan avstað í kvøld. Fyrst gongur leiðin til Fuglafjarðar eftir útgerð og so liggur leiðin móti Eysturgrønlandi. 

- Vit verða tríggir trolarar sum koma at samtrola uppá skift eftir slid og makreli. Tað vera Tuneq, Tasiilak og Tuugaalik. Hinirbáðir hava verksmiðju umborð og koma at hagreiða og frysta fiskin, siga Ulrik og Erno.

Tasiilak hevur eisini ligið á Skála til umvælingar.

Eitt skip leitar í løtuni eftir sild og makreli í eysturgrønlandi, men hevur einki sæð enn. Ein av grundunum er óivað, at sjógvurin enn er í so kaldur.

Aftaná døgurðan í dag varð andakt umborð. Tað var fyrstu ferð Ulrik og Erno vóru við til andakt umborð á skipið. Tað var ein góð uppliving, siga báðir.