(Mynd: Suðuroyarportalurin)

Glenn Ståhl skal standa á odda fyri Suðuroyingum

Ari av Rana

04.11.2017 - 15:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Svenski Glenn Ståhl skal standa á odda fyri felagsliðnum næsta kappingarár. Hetta váttar Julius Vest Joensen fyri Suðuroyarportalinum.

Glenn Ståhl er 46 ára gamal og hevur UEFA Pro License venjaraútbúgvingina, sum er hægsta venjaraútbúgving í Evropa.

Glenn var herfyri og vitjaði í Suðuroynni, og lat væl at umstøðunum við Stórá í Trongisvági og á Eiðinum í Vági.

Glenn tekur við venjarastarvinum eftir Maurice Ross, sum skal standa á odda fyri føroyameistarunum úr Víkingi næsta kappingarár.