Gloym meg ei í Reinsarínum 20. mai



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

18.05.2018 - 17:29

Mentan > Hjálpararbeiði

Stuðulskonsertin “Gloym meg ei” verður í Reinsarínum næsta sunnudag 20. mai.

Stuðulskonsertin er til frama fyri virksemið hjá Beranum/ Felagið pinkubarnadeyði og verður skipað sum ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum.

Tónleikarar, ið framføra verða, Rani Nolsøe, Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen.

Oddvør Poulsen, leiðari í Beranum bjóðar vælkomin og Sólgerð Foldbo fer at siga frá síni søgu.

- Berin / Felagið Pinkubarnadeyði