Góð tíðindi til ABBA fjepparar: Mamma Mia 2 á veg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

10.05.2018 - 08:19

Mentan > Undirhald

ABBA fjepparar hava nógv at gleðast um í hesum døgum. 

Kortsíðan varð tað kunngjørt, at ABBA er ávegis við nýggjum løgum, og nú kemur eisini ein 2'ari til vælumtókta filmin Mamma Mia frá 2008 við ABBA tónleiki.

Kendir sjónleikarar sum Meryl Streep, Pierce Brosnan og Colin Firth vóru við í fyrsta filminum, og teir verða eisini at síggja í nýggja filminum. Sangarindan Cher verður eisini at síggja í nýggja filminum. 

Filmurin verður frumsýndur 19. juli, og treylarin kann síggjast omanfyri.