Mynd: Hjalmar Zachariassen

Góð uppmøting til kunningarfundin um tunlarnar

Sverri Egholm

27.09.2017 - 18:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Tað er í kvøld, at skipað er fyri kunningarfundi í Skúlanum á Fossanesi um, at SEV hevur ætlanir um at stongja tunlarnir norð um Fjall um næturnar í seks mánaðar.

Fundurin byrjaði klokkan 19, og fólk úr bygdunum har um leiðir eru møtt væl upp.

Á fundinum eru umborð fyri Sev, Landsverk, kring liggjandi kommunurnar og tilbúgvingina í Norðoyggjum vera til staðar. Endamálið við fundinum er at geva øllum áhugaðum innlit í verkætlanina, hví hetta arbeiðið er neyðugt at fara undir júst nú, og eisini at geva øllum innlit í tíðarætlan fyri verkætlanina og broyttu ferðsluviðurskiftini í tunlunum hetta tíðarskeiðið.

Ætlanin er at steingja tunlarnar norð um Fjall frá klokkan 23 á kvøldi til klokkan 5:30 á morgni.

Siga kortanei
Í tveimum lesarabrøvum í gjár, gjørdu fólk úr Hvannasunds kommunu og av Viðareiði vart við støðuna, og at tey als ikki góðtaka, at tunlarnir verða stongdir.

- Vit hava longu ótíðarhóskandi og vandamiklar tunlar, og at teir afturat hesum nú skulu verða stongdir meginpartin av náttini í hálvt ár, ber slettis ikki til. Vit góðtaka hetta ikki, varð sagt millum annað.

Les meira um hetta her