Góða ferð til Paris

Ingi Samuelsen

04.07.2014 - 01:49

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv
Eftir at hava súklað eftir so at siga hvørjum einasta metri av vegi í Føroyum seinastu mánaðirnar, er tað nú álvari hjá fólkunum á Team Rynkeby Føroyar.

Eftir ein regntungan túr úr Klaksvík umvegis Runavík og Sundalagið til Havnar í dag, leggur ferðalagið frá landi í nátt við Norrønu til Danmarkar, og síðan gongur túrurin eftir norðurevropeisku landavegunum til franska høvuðsstaðin Paris, hagar tey eftir ætlan koma 11. juli.

Súkklararnir hava fingið góða móttøku alla staðni tey eru komin í Føroyum. Seinasta hátíðarliga móttøkan í sambandi við fyrireikingarnar hesaferð var á Vaglinum í kvøld, har Heðin Mortensen, borgarstjóri tók ímóti og handaði súkklarunum hvør sína troyggju við áskriftini "Vit elska Tórshavn".

Gott lag var á ferðalagnum, hóast sorgbundin skilnaðarstemningur eisini var at hóma hjá teimum mongu børnunum og hjúnafeløgunum, sum vóru til staðar á Vaglinum í kvøld.

Hóast tað fyri fleiri súkklarar handlar um at megna túrin og bjóða seg sjálvan av, so gjørdu bæði Finn Danberg og Alfred Hummeland, sum hildu røður vegna súkklarnar, at tað er av týdningi ikki at gloyma høvuðsboðskapin við allari verkætlanini, nevniliga at bjálpa børnum, ið eru rakt av krabbameini.