Sera dugnaligi Benjamin var hæddarpunktið í gjárkvøldið

G!óða lagið rann út í Gøtusand

Ingi Samuelsen

15.07.2017 - 11:23

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Fríggjadagurin á G! kláraði ikki at halda grýtuni í kók. Góða lagið frá hóskvøldið hevði hug til at renna út í sandin, sum danir plaga at siga.

Onki var galið við teimum nøvnum, sum traðkaðu fram, men tað var sum um at skráin ikki legði upp til, at fríggjakvøldið skuldi blíva til tað stóra.

Ikki tí – sandurin kókaði tá donsku Suspekt buldraðu fram við sínum ónærisligu tekstum og ’beint á gronina’ tónleiki. Tað riggaði sera væl.

Men tá Orka kom á stóra pallin um hálvgun tvey-tíðina, druknaði góða lagið totalt. Ikki bara tí at himmalin hevndi seg við hesum slavna drivinum, sum er nógv vátari enn regn og fólk tí leitaðu sær heim ella undir tak, men tí at inneftirlýtandi tónleikurin hjá Orka, sum ikki leggur upp til samskifti við áhoyrararnar, hóskaði seg ikki til stóra pallin. Hann hoyrir heima í Grundini (sum, btw., ikki er komin ígongd enn) ella fjósinum.

Fjósið – hinvegin – var tað, sum av álvara bjargaði G! hetta fríggjakvøldið.

Her var fólkatónleikurin í hásæti, og fyri einum stúvstappaðum høli av áhoyrarum, upplivdu vit eitt perluband av sera dugnaligum tónleikarum.

Kata við sínum yndisligu røddum, góvu dømir um síni serligu sangkynstur, Kristian Blak hevði eina hugtakandi russiska sangarinnu við sær, tann altíð bergtakandi Holgar hevði eisini ein gest – vælsyngjandi Báru – við sær, lokali Lyon gav dømi um óvanligt talent, sum vit hoyra alt ov lítið til í gerandisdegnum, Uni Debess er altíð tryggur við síni íbornu sjarmu og íborna sjarmu hevur Ragnar Finsson sanniliga eisini í ríkiligt mát. Og Stanley Samuelsen fekk á sín jarðbundna hátt eina hugnaliga syngið við-løtu burtur úr tiltakinum.

Allar besta einstaka tiltak av øllum hetta fríggjakvøld, skal sjálvandi ikki gloymast. Ótrúliga gávuríki Benjamin Petersen, sum nú kallar seg Son of Fortune, tá hann traðkar fram saman við Jan Rúna Poulsen og Mikal Blak, hugtók fjøldina, sum gloymdi illsliga veðri hesa glæsiligu løtuna, meðan teir fyltu spæliplássið við sínum tónum, sum teir báðir, Benjamin og Jan Rúni, siga seg hava gjørt eina og somu mánalýsisnátt í hornorkesturhølinum í Fuglafirði. Ilt at trúgva, men úrslitið er framúr, eisini tá SoF-sangirnir verða blandaðir við hugtakandi bak-kataloginum hjá unga Benjamin, sum bara kann draga perlur hjá AVE og øðrum projektum upp úr hattinum, sum honum lystir.

Fríggjakvøldið var av fyrireikarunum sagt at vera tilognað føroysku tónleikarunum. Onki ringt um tað, men, sum sagt, veðurgudarnir loyvdu ikki hesum eksperimenti at eydnast.

Vit kunnu ikki siga hvussu kvøldið endaði. 200 vóru settir á skrá á spæliplássinum so seint, at tað kann hava verið veruligir hard-core G!-fjepparar, ið framvegis stríddust móti slavna veðrinum. Tygara útsendi lá tá, nøkulunda turrur aftur, í fasta svøvni undir heitari dýnu í grannabygdini.

Sí eisini: Myndir: G - Fríggjadag 14.7.2017