Góðir hundrað metrar lagdir afturat

Ingi Samuelsen

05.03.2018 - 10:50

Tíðindi >

Seinastu vikuna vórðu sprongdir í alt 105 metrar av tunnli undir Skálafirði og Kaldbaksfirði.

Tunnilsfelagið boðar frá, Hvítanesmegin vórðu 62 metrar sprongdir, so at tað íalt eru sprongdir 1.953 metrar har.

Hinumegin vórðu sprongdir 43 metrar frá rundkoyringini og yvir móti Hvítanesi. Har eru íalt sprongdir 277 metrar. Móti Rókini hildu teir á við at spreingja tann fyrsta pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Orsaka av hesum, er einki av sjálvum tunlinum sprongt. Móti Rókini eru tí framvegis sprongdir 185 metrar.