Landsliðshópurin (Mynd: Ári Rouch)

Góðkent avrik móti dønum

Innsent

04.11.2016 - 20:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

A-landsliðið hjá monnum í hondbólti leikti ein góðan dyst móti teimum B-landsliðnum hjá Danmark í dag í venjingarkappingini í Plock í Polen. Úrslitið gjørdist 33-23 til Danmark, eftir 13-10 í hálvleikinum.

Føroyska liðið stóð væl í verjuni, har miðverjar okkara Tony Weyhe og Rókur Akralíð veruliga fingu roynt seg móti stóru bakspælarunum hjá Danmark. Føroyska liðið spældi við toli í álopinum og fingu eisini nøkur skjótálop. Allir føroysku leikararnir komu á vøllin og bjóðaðu allir inn við sínum.

Toppskjútti hjá Føroyum var Nicklas Selvig við 8 málum í sínum fyrsta landsdysti fyri Føroyar. Nicklas er dani, men hevur havt eitt ynski um at spæla fyri Føroyar nú landsliðið aftur luttekur á hægsta stigi.

Nicklas kom sum 18-ára gamal til KÍF og spældi hareftir 5 ár í Føroyum. Nicklas skilir føroyskt, hevur føroyska unnustu og spælir nú fyri TMS Ringsted saman við Áka Egilsnes, eftir at teir báðir fóru úr VÍF í ár.

Starvsnevndin hjá HSF hevur nú eisini gjørt rætningslinjur viðvíkjandi dønum og útlendingum á føroyskum landsliðumliðnum eins og vit hava sæð í føroyskum fótbólti.

Andreas Eriksen úr VÍF var úttikin til landsliðið, men fekk tíverri skaða stutt undan fráferð.

Málskjúttar í dag:

Nicklas Selvig 8, Áki Egilsnes 4, Eirikur Simonsen 3, Rókur Akralíð 2, Julian Olsen 2, Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Hjalti Mohr Jacobsen 2 (1)