Savnsmynd (Mynd: Zacharias Hammer)

- Góðtrúgvin fremst í røðini í 20 ár

Sverri Egholm

16.02.2018 - 21:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í 30 ár hava nýggir tunlar norður um fjall verið viðgjørdir á tingi. Seinastu 20 árini hava teir staðið sum nummar 1 í “køini”, sum tey kalla tað.

Soleiðis skrivar Hallgerð Akurstein, sum býr í Hvannasundi, í lesarabrævi á lesarin.fo í kvøld.

Í ringum tíðum hava tunlarnir verið ov dýrir at framt, og í góðum tíðum hava teir verið ov dýrir at framt, vil hon vera við.

- Nú eru vit komin har til, at Føroya løgting skal avgera, um tey framhaldandi vilja telja tær 10 bygdirnar, sum eru avhengigar av vegasambandinum norður um fjall upp í Føroyar ella ikki. 7 av hesum bygdum hava onki annað samband við restina av Føroyum uttan hasar smølu og ótíðarhóskandi forðingarnar.

- Viðareiðis- og Hvannasunds kommunur hava so innsæð, at løgtingið brúkar ikki kømentalitet og eftir at hava staðið góðtrúgvin fremst í røðini í 20 ár, ja so hevur man rætt tinginum eina hjálpandi hond. Og enntá gjørt eitt uppskot, sum ikki spreingir fíggjarlógina, men har pengarnir, sum eru settir av 2021-2024, verða rindaðir tá, skrivar Hallgerð Akurstein.

Hon kemur við einari áheitan til løgtingið: Takið undir við uppskotinum og gevið bygdunum eystan Múla og Árnafirði virðiligt vegasamband.

Les alt lesarabrævið her