Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Góður fiskiskapur á Flemish Cap



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.01.2018 - 20:35

> Tíðindi > Føroyar

Føroysku línuskipini á Flemish Cap hava góðan fiskiskap. Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínari meting fyri næstu viku.

Tey hava verði inni og landað. Fiskurin verður við byngjum sendur til Føroya.

Annars væntar fiskamarknaðurin fleiri at línuskip koma at landa í vikuni. Tað verður ein blandingur av toski, longu, brosmu og hýsu.

Skipini royna bæði á rygginum, á djúpum vatni og inni á grunninum. Okkurt línuskip er nýliga byrjað túr og koma tí neyvan at landa í vikuni, sigur fiskamarknaðurin.



beint nú