(Mynd: EPA)

Golden Globe: Allar stjørnurnar møttu í svørtum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.01.2018 - 07:55

Mentan > List > Filmslist

Í nátt vórðu Golden Globe heiðurslønirnar til filmar og sjónvarpsrøðir handaðar í Holywood. Tað eru útlendsk miðlafólk, sum arbeiða við at dekka amerikanska filmsídnaðin, sum velja hesa heiðurslønina.

Vanliga koma stóru stjørnirnar á fimsløriftinum og sjónvarpsskíggjanum, serliga tær kvinnuligu, í litføgrum búnum. Orsaka av nógvu #MeToo-avdúkingunum í filmsídnaðinum seinastu mánaðirnar, valdu stjørnurnar at møta upp til hátíðarheldið í svørtum klæðum.

Vit hava savnað nakrar myndir frá handanini og frá reyðu langmottuni.

Her eru vinnararnir av Golden Globe:

Filmar:
Besti spælifilmur (Drama):Three Billboards Outside Ebbing, Missouri
Besti spælifilmur (Skemtileikur ella musical): Lady Bird
Besti leikstjóri: Guillermo del Toro, The Shape of Water
Besti kvinnuligi leikari (Drama): Frances McDormand, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri
Besti mannligi leikari (Drama): Gary Oldman, Darkest Hour
Besti kvinnuligi leikari (Skemtileikur ella musical): Saoirse Ronan, Lady Bird
Besti mannligi leikari (Skemtileikur ella musical): James Franco, The Disaster Artist
Besti kvinnuligi hjáleiklutur: Allison Janney, I, Tonya
Besti mannligi hjáleiklutur: Sam Rockwell, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri
Besti filmstónleikur: Alexander Desplat, The Shape of Water
Besti upprunasangur: 'This Is Me,' The Greatest Showman
Besta leikrit: Three Billboards Outside Ebbing, Missouri
Besti útlendski filmur: Aus dem Nichts
Besti teknaði filmur: Coco

Sjónvarpsrøðir:
Besta sjónvarpsrøð (Drama): The Handmaid’s Tale
Besta sjónvarpsrøð (Skemtileikur ella musical): The Marvelous Mrs. Maisel
Besti kvinnuligi leikari (Drama): Elisabeth Moss, The Handmaid’s Tale
Besti mannligi leikari (Drama): Sterling K. Brown, This Is Us
Besti kvinnuligi leikari (Skemtileikur ella musical): Rachel Brosnahan, The Marvelous Mrs. Maisel
Besti mannligi leikari (Skemtileikur ella musical):Aziz Ansari, Master of None
Besta minirøð ella sjónvarpsfilmur: Big Little Lies
Besti kvinnuligi leikari í minirøð ella sjónvarpsfilmi:Nicole Kidman, Big Little Lies
Besti mannligi leikari í minirøð ella sjónvarpsfilmi: Ewan McGregor, Fargo
Besti kvinnuligi hjáleiklutur: Laura Dern, Big Little Lies
Besti mannligi hjáleiklutur:Alexander Skarsgard, Big Little Lies
Vinnari av Cecil B. DeMille-heiðurslønini: Oprah Winfrey