(mynd: jersey2015.com)

Golf: Menninir betraðu seg í dag

Ingi Samuelsen

01.07.2015 - 18:36

Ítróttur > Ítróttur > Golf

Tað gekk eitt sindur betri á hjá føroyingunum á golfvallunum á Jersey í dag. Serliga hjá monnunum. Allir fýra spælararnir brúktu færri sløg enn í gjár.

Ragnar Isaksen gekk tey 18 holini á Royal Jersey Golfclub í 85 sløgum, svarndi til 13 yvir par. Tilsamans hevur hann brúkt 179 sløg og betraði sína plasering við seks plássum til nummar 51.

Óskar Eiríksson liggur næstbest av føroyingunum. Hann brúkti 89 sløg í dag, og liggur samanlagt á 61. plássi.

Bo Knudsen, sum hevði eina katastofurundu í gjár, brúkti 87 sløg í dag og liggur á 61. plássi saman við Janusi Norðberg, sum brúkti 92 sløg í dag.

Finngerð Sólbjørg Clarc brúkti fimm fleiri sløg á hini breytini, La Moye Golfclub, í dag, og tað er tekin um, at henda breytin er truplari at spæla. Hon brúkti 88 sløg í dag, og bisti tvey pláss niður á 15. pláss

Í liðkappingini liggja føroysku menninir framvegis á 17. plássi, nú 14 sløg upp til St. Helena á 16. plássi