Føroyski golfhópurin. Frá vinstru Ragnar Isaksen, Óskar Eiríksson, Finngerð Clark, Bo Knudsen og Janus Norðberg. Aftanfyri Jim Clark, liðleiðari

Golf: Nógv eftir at læra enn

Ingi Samuelsen

04.07.2015 - 08:44

Ítróttur > Ítróttur > Golf

Føroysku golfspælararnir fingu eitt heiðurligt úrslit á oyggjaleikunum á Jersey. Luttøkan prógvar enn einaferð, at so leingi ongin golfbreyt er í Føroyum ber ikki til at gera seg galdandi í oyggjaleikahøpi.

Men spælararnir lærdu nógv og sloppu at uppliva tvær golfbreytir á sera høgum stigi.

Føroysku menninir endaðu á 17. plássi í liðkappingini, framman fyri Frøya, Grønland og Hitra, men aftan fyri smásamfeløgini St. Helena og Falklandsoyggjar.

Seinasta dagin á Royal Jersey Golfclub spældu harrarnir rættiliga javna. Ragnar Isaksen og Bo Knudsen brúktu 88 sløg, meðan Janus Norðberg og Óskar Eiríksson brúktu 89.

Ragnar Isaksen gjørdist sostatt bestur av monnunum við 365 sløgum tilsamans, sum røkk til eitt pláss sum nummar 55. Bo Knudsen endaði eitt pláss aftanfyri við sínum 368 sløgum. Janus Norðberg brúkti 379 sløg og endaði nummar 60 og Óskar Eiríksson gjørdist nummar 61 við 385 sløgum. 74 leikarar vóru við í kappingini.

Einasta føroyska kvinnan í golfkappingini Finngerð Sólbjørg Clark kláraði seg munandi betri, og tað kann skyldast at hon býr uttanlands, og hevur atgongd til góðar golvbreytir av spæla á.

Finngerð endaði á 18. plássi. Hon brúkti ávikavist 83, 88, 91 og 92 sløg, 354 tilsamans.

Les eisini: Bloyttir golfleikarar stríðast fyri æruna