(Mynd: torshavn.fo)

Golfvøllurin á Glyvursnesi skal hava 9 hol



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

23.11.2017 - 16:20

Ítróttur > Ítróttur > Golf

Mentamála- og fíggjarnevndin hevur tikið undir við, at golfvøllurin á glyvursnesi skal hava 9 hol.

Ætlanin á Glyvursnesi gongur í stuttum út uppá at bygdur verður ein golfvøllur við 9 holum, sum í næsta byggistigi kann útbyggjast til 18 hol. Samstundis skal arbeiðast við at útvega ein innandura simulator, sum er ein nýskapandi háttur at læra børn, vaksin og eldri at spæla golf.

Tá golfvøllurin fyrst hevur fingið 9 hol, skal møguleiki verða at byggja 18 hol seinni. Eisini hevur mentamála- og fíggjarnevndin tikið undir við, at fyrireika útvegan av Smart Range.

Smart Range er ein innandura golfsimulator, ein talgild loysn, sum í ávísan mun kann koma í staðin fyri ella supplera ein vanligan "driving range", sum er ein stórur og lendiskrevjandi venjingarvøllur.

Fyrimunur við Smart Range er harumframt, at tað er ein nýskapandi háttur at introdusera golfspælið bæði til børn, vaksin og eldri, at skapa forvitni og draga nýggjar íðkarar til.

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.