Gongd komin á Brexit-samráðingarnar

Ingi Samuelsen

08.12.2017 - 08:43

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Gongd er komin á samráðingarnar millum Bretland og ES-samveldið um hvussu Brexit skal skipast. Tað upplýsti ES-nevndarlimurin, Jean-Claude Juncker á tíðindafundi í morgun.

Sostatt sær út til, at takast kann upp annar táttur í samráðingunum um hvussu Stórabretland sleppur burtur úr ES.

Samráðingarúrslitið snýr seg um, hvussu markið millum Írland og Norðurírland skal skipast, og hvørji rættindi ES-borgarar í Stórabretlandi skulu hava, tá Brexit verður sett í verk.

Serliga markið til Norðurírland hevur verið ein stríðsspurningur. Á tíðindafundinum í morgun segði Theresa May, forsætisráðharri, at markið millum londini verður tað sama sum nú.

- Tað verður ikki talan um at at hava strangt eftirlit millum Norðurírland og Írland, segði Theresa May.

Í komandi viku er toppfundur í ES, og har verður alment tikið stig til at føra samráðingarnar inn í nýggju fasuna, har samráðast skal fram til eina handilsaftalu og gerast skal eisini samstarvsavtala viðvíkjandi stríðnum móti móti yvirgangi, skrivar dr.dk.