Gongd komin á føroyskan kvinnukurvabólt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

26.11.2017 - 11:15

Ítróttur >

Fyrsti kurvabóltsdysturin í landskappingini hjá kvinnum varð spældur ígjár, har Hamar 1 tók móti Hávi.

Tað sást longu frá byrjan, at nýggja felagið úr Klaksvík ikki hevði somu royndir og umstøður, sum havnarliðið Hamar hevur. Hamar legði seg klárt á odda og hildu leiðsluna til dysturin endaði 54 –6.

Forkvinnan hjá Hávi, Erla Mirmansdóttir, sigur, at áhugin fyri kurvabólti vekstur støðugt, og hava ongar umstøður verið at vant fyrr enn nú. Stóri munurin á liðunum er nokk tann, at fleiri av Hamar kvinnunum hava vant í fleiri ár, og eru kvinnurnar í Hávi júst nú byrjaðar við regluligari venjing. Samstundis leggur hon afturat, at tær gott kundu hugsað sær, at fleiri komu at venja, so at liðið bleiv meira fjølbroytt og venjingarnar støðugar. Um umstøðurnar batna eitt sindur, og at kvinnur í norðoyggjaum sleppa til regluligar venjingar, verður ikki leingi, áðrenn tær fara at geva Hamar kamp.