Mynd: Suðurrás

Gongur væl at rudda upp á Tvøroyri

Sverri Egholm

20.08.2017 - 20:07

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Stóra uppruddingararbeiðið eftir stóra eldin á virkinum hjá Varðanum Pelagic gongur væl. Tað skrivar sudurras.fo.

Rúgvan við stáli og jarni er um at vera komin umborð á Hav Scandiu, og nú fer rusfría tilfarið, at verða flutt nærri skipinum.

Nakað av alminium verður flutt burtur á annan hátt, og um nakað verður eftir, sum ikki sleppur við skipinum, verður tað flutt burtur í opnum bingjum, skrivar Suðuroyarportalurin.

Tað var tann 9. juni í ár, at stóra arbeiðsplássið í Suðuroynni fór upp í royk. Virkið verður nú bygt uppaftur og tað skal hava eina gólvvídd á 11.400 fermetrar.