(Privatmynd)

Gongutúr við kálvi á Skála



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.02.2018 - 21:23

Mentan > Mentan > Bygdatíðindi

Tey vóru fleiri ,sum hugdu eina ella tvær ferðir tá tey sóu ein mann og ein kálv koma gangandi gjøgnum Skála í dag.

Tað var Eilif Jógvanson sum til stuttleikar var farin túr við lítla kálvinum Willi. Hann er bara 93 cm høgur og 1,32 metrar langur, greiðir Eilif frá.

Bara til stuttarleikar vísti eg abbasoninum og abbadótrini kálvin og fór ein túr við kálvinum. Og man fekk eitt gott prát við fólk, sum man møtti á vegnum, sigur Eilif Jógvansson.

Á myndini omanfyri standa teir báðir Willi og Eilif uttanfyri handilin “Skálin”. Hann hevur fingið fleiri myndir sendandi aftaná túrin, sigur Eilif.