Leitisvatn

Gongutúrur niðri við Vatn við Hjartafelagnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

04.06.2018 - 08:54

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Hjartafelagið skipar fyri gongutúri fyri hjartasjúklingar við maka niðri við Vatn í Vágum í vikuskiftinum. Leygardagin 9. juni kl. 15.00 verður farið til gongu úr Miðvági oman á Vatn við ferðaleiðara.

Endamálið við túrinum er at geva hjartasjúklingum og makum eitt høvi til at hittast og tosa við onnur í somu støðu, samstundis sum ein rørir seg, fær fríska luft og kann njóta vøkru náttúruna.

Hjartasjúklingar hava tørv á at tosa við onnur í somu støðu, og avvarðandi fáa somuleiðis nógv burturúr at tosa við onnur avvarðandi.

- Vit hava roynt hetta áður, og tað vísir seg at vera ein sera góð samanseting at ganga úti í náttúruni og samstundis fáa virðismikið prát við onnur um felags upplivingar og avbjóðingar, sigur Eyðna Joensen, forkvinna í Hjartafelagnum.

Til ber at lesa meira um túrin á heimasíðuni www.hjartafelag.fo.