Orkanin Maria herjaði Puerto Rico í september (Mynd: Wikipedia)

Google-ballón tryggjar internet til 100.000 katastrofu rakt fólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

10.11.2017 - 14:58

Mentan > Vinna & Tøkni > Samskifti

Ein partur av íbúgvunum í Puerto RIco fáa nú internet frá eini ballón, sum sveimar í 20 kilometur hædd. Google hevur latið ballónina eftir at netið á oynni var oyðilagt av eini orkan í september.

Luftballónin, sum kallast Loon, varð send inn yvir Puerto Rico fyri 20 døgum síðani, og tryggjar 100.000 fólk internet. Íbúgvarnir kunnu tó ikki brúka netið til annað enn at senda boð og fáa fatur á týdningarmiklum upplýsingum.

Orkanin oyðilegði um 44 prosent av farnetsmastrunum á oynni.