Magni Christiansen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Gospeltúrur við Norrønu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

10.08.2017 - 12:00

Tíðindi > Trúarlív

Í døgunum 20 – 23 august verður ein spennandi Gospel-Túrur við Norrønu á leiðini Tórshavn/Hirtshals/Tórshavn.

Farið verður av Havnini sunnukvøldið 20. august, og komið verður aftur á Havnina mikudagin 23. august.

Tað er Eyðun Jacobsen, sum hevur tikið stig til ferðina, og saman við Smyril Line hevur hann lagt skránna til rættis. Skráin er ógvuliga fjølbroytt við eini breiðari viftu av tónleiki og tónleikarum, sum t.d. Magni Christiansen, Jórun Pólsdóttir, Blátt Gras, Ólavur á Váli Olsen, Svein í Prestgarði, Victor Carlsen, Petur Hans Hansen við bólki og Oasubrøðurnir.

Skráin er skipað soleiðis, at hon avmarkar seg ikki til eitt ávíst stað, men fevnir yvir ein stóran part av almenna rúminum umborð:

Týsmorgunin, meðan Norrøna liggur í Hirtshals, verður akustisk framførsla í Sky Bar, har allir tónleikararnir koma at spæla.

Undir Norrøna-Búfféini kl.18:00, bæði kvøldini, kemur Victor Carlsen at hava undirhaldstónleik.

Uttanfyri Tax-Free handilin, allar tríggjar dagarnar, koma ymiskir tónleikarar at spæla, har ímillum Magni Christiansen og Blátt Gras.

Í Ala`carte restauaratiónini, Simmer Dim, koma Victor Carlsen og Jórun Pólsdóttir at spæla allar tríggjar dagarnar kl.12:00

Í stóru Naust høllini verður allar tríggjar dagarnar ein tónleikaskrá, sum fevnir yvir bæði fyrrapartin, seinnapartin og um kvøldið, har allir tónleikararnir hava fingið lutað umleið ein tíma hvør.

Og mánadagin kl.14:00 koma Oasubrøðurnir at skipa fyri felagssangi í Nausthøllini.

Tað verður tó ikki einans tónleikur umborð, men eitt áhugavert trý-manna panel verður eisini, har Svein í Prestgarði, Magni Christiansen og Victor Carlsen koma at samrøða um tónleikin og tað, sum er aftanfyri tónleikin. Tað verður Eyðun Jacobsen, sum kemur at leiða panelið.

Stórur áhugi er fyri Gospel-Túrinum, tí ikki færri enn 150 fólk hava teknað seg til ferðina.