G!øta vinnur hvørja ferð

Ingi Samuelsen

16.07.2017 - 12:15

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Eitt stroyggj ella fleiri – tað er sum um einki kann taka Gøtu av fótum, tá tað ræður um at skipa fyri einum góðum festivali fyri øll, óansæð aldur, status ella uppruna.

Dagurin í gjár gjørdist enn ein staðfesting av, at tey í Gøtu duga at fáa tað at rigga.

Fleiri hugsaðu óivað, tá skráin varð kunngjørd: Kristofferson, sangløta og eitt gamalt 80’ara popporkestur úr Týsklandi eitt leygarkvøld? Kann tað halda?

Ja, tað kundi tað. Kris Kristofferson er ikki tann hann hevur verið, men kortini leveraði hann vøruna til stórt nøgdsemi hjá øllum teimum, sum vóru komin.

Les: Ein leG!enda á Gøtusandi

Sangløtan – ja, hvat skal man siga? Hetta er tiltakið, ið verður sett á skránna upp á mangul av betri, tá onki høvuðsnavn er at presentera ta mest týðandi festivalløtuna. Tað skal sigast, at hesin ummælarin heldur hevði viljað hoyrt eitt navn í heimsklassa klokkan 10 í gjárkvøldið, heldur enn at skula skrála við til allar teir gomlu kærleiks- og fosturlandssangirnar, sum eru sungnir so oftani.

Men tá tað er sagt, so eydnaðist sangløtan á Gøtusandi væl í gjárkvøldið. Sera dugnaligu sjówmenninir, Jens Marni, James, Jóhannus, Kaj og Kim løgdu botnin, og spældu undir hjá sangarunum, sum komu inn í eini væleydnaðari røð: Stanley, Elin Heinesen, Jóan Jakku & Sámal, Steintór og Terji.

Hermenn Tordenskjolds gjørdu tað gott og fjøldin á sandinum tók undir, so tað má vera farið kalt niður eftir rygginum hjá fólkunum á pallinum. Men ein má tó undrast, at G! loyvir sær at skipa fyri eini slíkari løtu, ið er so geld fyri ný- og frameftirhugsan. ”Trappan hjá Lenu” var cirka tað nýggjasta, ið varð sungið hesa løtuna, og tað klæddi ikki G! rættiliga. Hvar vóru Eivør, Marius, Guðrið ella Danny? Onkur av teimum áttu at sloppið við...

Potentir týskarar
Seinasta konsert á stóra palli var við Alphaville. Tað er eingin ivi um, at 95 prosent av stóru fólkafjøldini á Sandinum vóru komin fyri at hoyra ”Forever Young” – stórt sæð einasta sang hjá týska orkestrinum, ið tey kendu, men tey máttu bíða leingi áðrenn hetta ynskið gekk út.

Men Alphaville vísti seg at vera eitt dugnaligt, potent orkestur, ið var líka so nógv rokkur og rull, sum tað var avdankað disko. Í einum ógvusligum ljósshowi góvu tey eina trygga framførslu, sangarin vísti seg at vera framúr góður – í løtum var tað sum at hoyra Saga, eitt samtíðar 80ara orkestur av meira rokkkendum slag – og tað er eitt gott ummæli at fáa.

Gullkorn úr Kalifornia
Á spæliplássinum vórðu eisini gullkorn serverað hetta seinasta G!-kvøldið. Brothers Moving var væl umtókt, dugnaligi italski Fil Bo Riva eitt sindur meira introvertur enn gott er og so størsta yvirraskilsið av øllum, Monophonics úr Kalifornia.

Eitt fantastiskt soul/funk orkestur. Har vóru horn, ein stórgroovandi rútmuseksjón, ein eggjandi guittaristur, og so maðurin í miðjuni, sangarin við sínum stóra klossuta, men fantastiskt ljóðandi instrumenti, Hammond-orglinum við lesley og allari suppuni.

Ein sera góð framførsla, har G! megnaði enn einaferð at sláa fast, at tey duga at snikka eina góða skrá saman.

Heiðurin at enda G! festivalin 2017 fingu lívligu unglingarnir úr Klaksvík, Danny & the Veetos við sínum lívsjáttandi tónum, sum næstan megnaðu at kalla sólina fram, sjálvt á svartastu og vátastu summarnátt.

Sí eisini: Myndir: G! - Leygardagin 15.7.2017