Polar Empress fyri 1,2 mia. kr við bryggju í Vági. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Gott at brúka Føroyar sum tænastu- og bíðistað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

09.11.2015 - 12:09

Oljan >

Seinastu tvær vikurnar hevur havnin í Vági og Vágs fjørður verið basi hjá tveimum norskum frálandsskipum, sum bíða eftir nýggjum arbeiðsuppgávum. Við báðum skipunum eru umleið 32 mans. Annað teirra telist millum heimsins mest framkomnu seismikkskip. Tað er bygt á Myklebust skipasmiðjuni í Noregi og hevur í umleið eitt hálvt ár verið til arbeiðis í Barentshavinum. Nú eingin nýggjur sáttmáli varð í arbeiðsbókunum varð avgjørt at fara til Føroya og liggja her, til boð aftur eru eftir seismikkuppgávum. Men soleiðis sum tíðirnar eru vornar sum heild í oljuvinnuni, kann tað ganga drúgv tíð, til skipið aftur fer til arbeiðis. Oljan.fo vitjaði umborð á Polar Empress í Vági í farnu viku.

Skip fyri 1,2 mia. kr við bryggju í Vági
Tað er aldargamla bergenska fyritøkan Rieber, sum eigur seismiska risan, ið liggur við bryggju í Vági. Felagið er umleið 125 ára gamalt og hevur fleiri ymisk arbeiðsøki so sum at selja salt, ognir og arbeiða innan shipping ol. Tað hevur eisini gjørt íløgur í serútgjørd skip at arbeiða í oljuvinnuni og hevur ognað sær fleiri nýggj seismikkskip. Hetta seinasta, sum nú liggur í Vági, er sjálvur stoltleikin í Rieber-flotanum. Tað kostaði umleið 750 mill. kr. at byggja, og við allari tí nútímans seismikkúgerðini umborð stendur skipið í 1,2 mia. kr. So tað er ikki ein og hvør, sum í hesum døgum liggur fyri teym við bryggjuna í Vági. Skipið sum fór av bakkastokki seinasti í mai í ár, hevur pláss fyri 70 fólkum umborð, meðan arbeitt verður. Tað er útgjørt við 22 streamarum, ið røkka 8000 metrar. Skotið verður bæði 3D og 4D seismikkur. Ein partur av tulkingini av data verður gjørdur umborð, men tað mesta verður gjørt í landi.

Áðrenn Polar Empress setti kósina móti Føroyum fyri umleið einum mánað síðani hevði tað verið til uppgávur í Barentshavinum. Skiparin, Asmund Fredheim, sum sjálvur kemur úr Norðurnorra, er serstakliga fegin um nýggja skipið, ið eisini hevur roynst sera væl. Tað er ómetaliga sjógott og er eisini bygt við hægsta ísklassa til at arbeiða í ísøkjum sum í Arktis. Tá leitingin í norðurøkjunum fer at vinda uppá seg aftur, hevur hetta skipið ein avgjørdan fyrimun.

Drúgvar royndir
Asmund Fredheim, sum hevur drúgvar royndir í fakinum, hevur arbeitt umborð á seismikkskipum seinastu fimtan árini, tey seinastu ellivu sum skipari. Hann hevur eisini skotið seismikk við Føroyar við Polar Princes í síni tíð. Hann hevur annars ført øll hugsandi sløg av skipum frá trolarum, vaktarskipum, tangabátum til farmaskip og nú frálandsskip. Ikki so løgið, at honum dámar væl at føra hetta kanska mest framkomna seismikkskipið í heiminum. Her finst alt tað nýggjasta, og her er einki spart. Brúgvin, sum er sera rúmlig og við mahognimøblum og tí bestu útgerðini, man vera at meta sum ein gimsteinur fyri ein skipara og hansara samstarvsfelagar, har ein føroyingur, eysturoyingurin Poul Eli Hansen var á brúnni sum yvirstýrimaður í eina tíð. Hann er nú farin umborð á eitt av hinum skipunum hjá Rieber. Annars kenst tað sum at vera umborð á einum luksuslinara, tá tú fer túr umborð við skiparanum og borgarstjóranum í Vági, Dennis Holm.

Skiparanum dámar væl at liggja her í Vági, fyrst og fremst tí, at teir sleppa undan at skula flyta skipið ov oftani, meðan teir liggja við bryggju, sum vanliga er støðan, har teir koma til lands. Polar Empress lá við Molan í Havn at byrja við, men har kundu teir bert liggja í fáar dagar. Síðani lógu teir á Nólsoyarfirði í nakrar dagar og eftir tað í nakrar dagar á Skálafjørðinum. Men skiparin ynskti at fáa tryggjað fast keipláss yvir eina longri tíð, og tað fekk hann í Vági.

Teir eru tjúgu mans umborð, nú skipið liggur við bryggju, mest filipinar og polakkar. Fáa teir boð um at fara til arbeiðis, meðan teir eru í Føroyum, verður farið avstað beinanvegin. Hitt frálandsskipið, Sanco Sky, sum er hjálparskip og fylgir Polar Empress, hevur tólv mans umborð og liggur fyri akkeri á Vágsfirði.

Føroyar liggja væl fyri
Men hví valdu teir at koma til Føroya at liggja heldur enn at fara inn í havn í Norður- ella Miðnoregi, nú teir høvdu havt uppgávur í Barentshavinum. Til tað sigur Asmund Fredheim, at teir mettu tað vera best at koma til Føroya út frá fleiri orsøkum men fyrst og fremst av strategiskum orsøkum. Tað hevur nakað við positión at gera og hvar næsta uppgávan verður. Tað er gott at brúka Føroya sum basa, um nýggjar uppgávur verða antin í Barentshavinum, vestan fyri Hetland ella í Norðsjónum. Teir hava eisini mett Føroyar vera kappingarførar, og so telur tað eisini við, at Føroyar eru eitt øki, har teir kunnu liggja uttan at skula skifta frá tungolju til diesel. Nógva aðrastaðni er tað eitt umhvørviskrav, at tú skiftir til olju við lágum sulforinnihaldi. Hvat viðvíkur manningarskifti, so er tað eisini fínt at vera í Føroyum, tí sambandið við umheimin er so gott. Tó er tað eitt minus, at tað tekur nakað av tíð at fáa visum til filipinar.

Dennis Holm, borgarstjóri, sum er við á rundtúrinum umborð á hesum stóra og kostnaðarmikla skipinum, sigur, at høvuðsorsøkin til, at skipið kom til Vágs, var tann, at kommunan kundi tryggja Dolphin Offshore, sum hevur chartrað Polar Empress, fast pláss við bryggju í nærum óavmarkaða tíð, uttan at skula flyta, tá onnur skip koma til Vágs.

Nú hava Vágur og Suðuroyggin ikki somu hentleikar frítíðarstøð at fara til sum miðsteðarøkið. Er tað ikki eitt minus fyri trivnaðin hjá manningini spurdu vit skiparan. Sjálvur heldur hann tað er í lagi at liggja á einum stað, har avbjóðingarnar og freistingarnar kanska ikki eru ov nógvar. T.d. eru ikki ov nógvar freistingar so sum eitt nú drekkistøð av ymsum slag at fara til. Teirra alkoholpolitikkur er annars vorðin nógv skerpaður, soleiðis at manningin hevur ikki loyvi at njóta rúsandi evni frá at farið er úr Norra til skipið kemur heimaftur. Annars eru teir sera nøgdir við at kunna brúka bæði svimjihyl og ítróttarhøll á staðnum. Eisini hava teir havt møguleika at fara útferðir í oynni.

Mælir øðrum til at brúka Føroyar
Asmund Fredheim, skipari vil annars mæla øðrum útlendskum frálandsskipum til at brúka Føroyar sum basa tvs. at koma henda vegin at skifta manning og fáa aðrar tænastur eisini so sum at skula liggja við bryggju og bíða eftir nýggjum arbeiðsuppgávum. Tað er so eisini ein stórur fyrimunur, tá teir brúka tungolju, at teir kunnu kunnu fáa hana á staðnum. Tá teir arbeiða í Barentshavinum og fara inn í havn í Norðurnorra, er neyðugt at senda skip við tungolju á staðið. Tað sleppa teir undan, nú teir liggja í Vági.

-Vit kenna væl til Føroyar og føroyingar, so tað er gott at koma higar. Her er góður logistikkur bæði millum oyggjarnar og til útlandið. Gott samband er millum Bergen og Føroyar loftvegis, og tað er gott fyri tey á Vestlandinum serstakliga. Síðani er sera gott samband millum Føroyar og Danmark. Eisini er tað gott við øllum teimum ymsu tænastunum í Føroyum. Eingin trupulleiki heldur at liggja í Vági og skula brúka Smyril til at koma til og frá flogvøllinum. Vit eru eisini sera væl nøgdir við Faroe Ship, sum er okkara umboð í Føroyum.

Asmund Fredheim vísir á, at teir keypa eisini ymsar vørur frá fyritøkunum í Vági. Og teir hava so eisini fingið gjørt ymsar umvælingar umborð. Tað er Mest, sum hevur tikið sær av tí.

Nú Asmund Fredheim eisini hevur verið við til at skjóta seismikk í Føroyum, heldur hann, at tað hevði verið lagamanni at givið eina hjálpandi hond, um føroyskir myndugleikar høvdu brúk fyri teimum. –Vit eru jú her longu, so kunnu vit hjálpa við seismikkuppgávum, eru vit tøkir, og hetta er so eisini ein tíð, har til ber at fáa gjørt arbeiði nógv bíligari enn fyrr.

Uttan at kenna nakað til føroysk viðurskifti, so heldur hann sjálvur, at tað hevði verið skilagott at skotið nýggjan seismikk og ikki bara dúva uppá verandi seismikkin. Tøknin er meira framkomin í dag, og tað er vanligt, at seismikkur verður skotin av nýggjum, tá farið verður undir nýggja leiting í einum øki.

Nógvur vindur
Seint sunnukvøldið brann hann á við stormi av vestri og útsynningisunnan. Hetta er ringasta ætt við bryggjuna í Vági. Sum skilst helt skiparin tað vera best at loysa endarnar og fara út á fjørðin at liggja, meðan tað leikaði harðast á. Polar Empress sigldi út á kvøldið og náttina umleið ein fjóðring út fyri fjarðarmunnan og sigldi har aftur og fram í nakrar tímar, til veðrið aftur batnaði, og skipið aftur fór til kei.

Dennis Holm, borgarstjóri sigur, at skiparin vildi ikki taka nøkur óráð fyri, og fyri at fyribyrgja, at nakað skuldi henda, gjørdi hann av at loysa. Alt gekk uppá stás, sigur hann. Hetta sigst annars at vera ein sera óvanlig ætt í Vági.