Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

- Gott at onkur brýtur upp um armar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

19.03.2018 - 18:53

Tíðindi >

Tað sigur Martin Sofus Joensen, nýggi eigarin av útróðrarbátinum Heiðriki.

Tað varð sagt í skemti, men hann er sera spentur at sleppa til útróðrar við bátinum. Heiðrikur, sum er riggaður til línufiskiskap, hevur ikki verið í vinnu síðstu tíðina.

Síðani Martin Sofus keypti bátin, hevur hann sett fimm snellur í hann, tí hann ætlar sær at snellast.

- Báturin er keyptur úr Fuglafirði og er ein sokallaður 20 tonsari. Hann er í góðum standi, og eg keypti hann bíliga. Nú skal eg bara gera okkurt smávegis við hann, áðrenn eg fari til útróðrar.

Fiskiloyvið fylgdi við, so nú er bara at leggja til brots, sigur Martin Sofus, spentur við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð á Toftum.

Martin Sofus siglir annars við norska línuskipinum Nesbakk. Hann er heima umleið helvtina av árinum, og tá ætlar hann at dríva bátin.