Jóhan Troest Davidsen aftur í gulum - her til stórsteypadystin á Tórsvølli farna vikuskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóhan Troest Davidsen: - Gott at vera aftur í NSÍ

Agnar Frederiksen

10.03.2018 - 16:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríklsað í gongd í morgin, og Portalurin hevur seinastu dagarnar havt samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum. Her tann seinasta. Gott kappingarár.

Jóhan Troest Davidsen er aftur í barndómsfelagnum. 30-ára gamli verjuleikarin, sum hevur leikt 35 dystir fyri A-landsliðið, skrivaði undir sáttmála við NSÍ eftir kappingarenda í fjør.

Sum bert 16-ára gamal fór hann til Everton, har hann var sum ungdómsleikari til 2006, tá hann kom aftur til Føroya og NSÍ. Hann var leigaður út til Skála ein stóran part av tí árinum, og kom so aftur og var við til at vinna fyrsta FM í søguni hjá NSÍ í 2007. Í 2011 fór Jóhan til Danmarkar, har hann leikti við Århus Fremad. Á sumri 2012 skifti Jóhan Troest Davidsen til HB, har hann hevur leikt síðani. Hann var partur av FM-liðnum í 2013, og hevur verið liðformaður seinastu tvey árini. Jóhan er glaður fyri at aftur vera partur av NSÍ-hópinum, og sigur at tíðin var røtt at venda heim aftur.

- Tað er gott at vera aftur, og nýggju liðfelagarnir hava tikið væl ímóti mær. Tað eru ymiskar orsøkir til, at eg valdi at flyta aftur til NSÍ. Eg hevði eina sera góða tíð í HB, men tað var eitt fínt tíðspunkt hjá mær at royna eina nýggja avbjóðing, og her var tað upplagt at koma aftur til barndómsfelagið.

Tað hevur ofta verið tosa um, at NSÍ, við leikarum sum Árna Frederiksberg og Klæmint Andrasson Olsen í álopspartinum, so at siga bert hevur mangla ein stýrimann til verjupartin, fyri at hava eitt lið, sum av álvara kann kappast um FM. Har hevur Jóhan Troest Davidsen verið nevndur sum “ein manglandi brikkur”, fyri at fáa NSÍ heilt upp á tindin. Hann metir at hópurin er sterkur, og hann er sjálvur til reiðar at gera sítt.

- Styrkin hjá liðnum er helst tann, at liðið er sera hart arbeiðandi og hevur nakrar profilar, sum hava víst seg at levera á jøvnum høgum støði yvir langa tíð. Mítt persónliga mál er gera mun í verjuni við teimum eginleikum sum eg havi, og at hjálpa liðinum við at vinna fótbóltsdystir.

NSÍ hevur verið í topp-fýra seinastu fimm árini. Liðið vann eisini finaluna um Løgmanssteypið í fjør. Harvið er NSÍ eitt støðugt oddalið í føroyskum fótbólti. Tað tættasta NSÍ hevur verið at vunnið sítt annað FM-heitið var í 2015, tá liðið endaði nummar tvey. Jóhan veit, at kappingin í ár verður sera hørð, men hann vónar at teir kunnu verða við og kappast heilt har uppi.

- Eg vænti at støðið í Betri-deildini verður høgt, og at allir dystir vera torførir. Tað sær út til, at tey allarflestu liðini vera minst líka góð sum undanfarnu ár. Liðini, sum hava verið í topp-fimm hesi árini, tykjast øll sterkari í ár. Tað er torført at seta eitt yvirornað mál fyri árið. Sjálvur vóni eg, at vit koma at vera við í kappingini um tey fremstu plássini, tá ið tey seinastu umførini skulu spælast. Eg trúgvi, at spæligleði og eitt sterkt samanhald kann vera við til at hjálpa okkum við hesum

Lýs teg sjálvan sum leikara við trimum orðum
Fokuseraður, samarbeiðandi, stýrandi

Besta fótbóltsminni
Tey flestu árini hava verið sera góð upp á ymiskar mátar. Ítróttarliga kann eg nevna FM heitini, sum tvey hæddarpunkt. Eisini var tað ein serlig løta at vera við til at vinna 2-1 á Grikkalandi á Tórsvølli í 2015.

Besti dystur í karrieruni
Hvat viðvíkur mínum egna avriki havi eg tíverri torført við at velja ein dyst. Men her kann eg eisini nevna dystin móti Grikkalandi á Tórsvølli, sum ein ótrúliga stuttligan dyst at spæla – ikki endiliga tí mítt egna avrik var nakað at reypa av, men meira tí at karmarnir kring dystin vóru heilt fantastiskir: Gott veður, ein fullsettur Tórsvøllur og trý stig

Besti leikari tú hevur leikt saman við
Torført at velja, men samanumtikið er tað ringt at koma uttanum Fróða Benjaminsen. Eisini kann eg nevna Christian Mouritsen og Símun Samuelsen, sum báðir vóru fantastiskir í FM-árininum 2013.

Besti mótstøðuleikari?
Besti leikari eg havi spælt ímóti í altjóða høpi er helst Andrea Pirlo Annars kundi eg nevnt fleiri í Føroyum – um eg endiliga skal velja ein, er tað nokk Fróði Benjaminsen.

Les eisini: Jákup á Borg: - Stórur munur á at vera leikari og venjari

Les eisini: Jákup B. Andreasen: Heilt serstakt fyri meg at umboða KÍ

Les eisini: AB skal stríðast fyri lívinum

Les eisini: Arnbjørn Hansen: - Havi máltev, men eri kanska eitt sindur dovin

Les eisini: Nýggjar tíðir í Sarpugerði

Les eisini: Spennandi hópur á Skála

Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Les eisini: Suðringar broyta spælistíl