Christian í Grótinum

Gott fiskarí í føroyskum sjógvi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

15.04.2018 - 13:26

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Christian í Grótinum er í hesum døgum í føroyskum sjógvi og fiskar svartkjaft. Seinastu tveir túrarnar hava teir verið sunnarlaga í føroyskum sjógvi, suðuri ímóti tí enska markinum, og har hevur verið nógv at fingið. Tað sigur Páll Rasmussen, skipari. Teir hava fingið nógvan fisk – millum 500-800 tons um dagin, so fiskaríið hevur verið gott, sigur hann.

Páll sigur, at nógvir bátar fiska har, sum teir eru. Fleiri russarar og íslendingar og eisini nógvir føroyingar.
- Svartkjafturin er ordiliga begyntur í føroyskum sjógvi. Eg haldi, at fiskaríið er í hæddini nú, sigur hann.

Veðrið hevur ikki verið gott, tað hevur verið nakað av vindi, men í dag er gott veður og klárt.

Christian í Grótinum hevur millum 1800-2000 tons og manglar 400-500 tons, so er báturin fullur. Av tí at fiskaríið hevur verið so gott, er bíðitíðin til at landa í Fuglafirði tvey døgn. Sum tað sær út nú, sleppa teir fram at í Fuglafirði mikudagin. 

Forboð er fyri at fara til Danmarkar ella Íslands at landa, tí lógin sigur, at allur svartkjaftur, sum verður fiskaður í føroyskum sjógvi, skal landast í Føroyum. Um so prísurin er betri aðrastaðni enn í Føroyum, mugu teir landa her.