Milja R.Simonsen skoraði føroyska málið í Kekkia
(Mynd: Sverri Egholm)

Gott føroyskt avrik í Kekkia

Agnar Frederiksen

12.06.2018 - 18:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar taptu fyri løtu síðani 4-1 í Kekkia. Talan var tó um ein góðan dyst uppá nógvar mátar fyri føroyska liðið.

Kekkia setti seg tungt á dystin frá byrjan, og í 13.minutti løgdu vertirnir seg á odda. Talan var eitt fríspark úr yvir 30 metrum, sum snýttir Onnu Súnadóttir Hansen í føroyska málininum. Tað kom bert hetta eina málið í 1.hálvleiki. Føroyska liðið var væl skipað, og stóð ímóti Kekkia sum hevði stóra leikliga yvirvág, men ikki so nógvar upplagdar málmøguleikar

2-0 málið kom tíðliga í 2.hálvleiki, og tá ein stórur tími var leiktur var 3-0. Kekkia var greitt omaná, og fekk eisini økt til 4-0 eitt korter fyri tíð.

Men føroysku kvinnurnar vildu ikki leggja rygg til ein stóran ósigur, og stríddist til tað seinasta. Beint fyri leiklok fingu Føroyar løn fyri stríðið, tá innskifta Milja R. Simonsen minkaði um munin. Skjóti HB-áleyparin var ein hóttan fyri kekkiska liðið, og í 89.minutti rann hon frá verjuni, og skoraði fyrsta málið hjá føroyska landsliðinum i hesari undankappingini.

Føroyska liðið hevur vist týðiliga framgongd í 2018, og spældi í dag ein góðan dyst ímóti einum liðið, ið fyri lítlum ári síðani vann 8-0 á Tórsvølli. Seinasti dysturin hjá Føroyum í hesari undankappingini verður á heimavølli ímóti Týsklandi 4.septmeber.

Kekkia - Føroyar 4-1(1-0)

Kekkia hevði fýra ymiskar málskjúttar - hjá Føroyum skoraði Milja R.Simonsen

Føroyska liðið:
Anna S. Hansen, Birita Bergsdóttir Nielsen, Birna Tummasardóttir Mikkelsen, Lív Finnbogadóttir Arge, Arnborg Lervig(Jacoba Langgaard), Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Olga Kristina Hansen(Milja R. Simonsen), Ansy Sevdal, Margunn Lindholm(Eyðvør Klakstein) og Rebekka Eschen Danielsen.