Tikið upp og sett saman: Bára Silvansdóttir

Gott høvi at venja seg við at standa á palli

Bára Silvansdóttir

22.05.2018 - 20:43

Mentan > Mentan > Tónleikur

Tað eru hjúnini Anna Iachino og Arnold Ludvig sum eru vertir og fyriskiparar av tiltakinum, open mic/open stage, sum er í Reinsarínum hvønn mikudag.

Íblásturin til at skipa fyri hesum tiltaki, kemur frá, tá tey bæði búðu í Keypmannahavn og tá tey vóru í New York. Anna Iachino sigur, at tað vóru fleiri støð í bæði Keypmannahavn og New York, sum høvdu open mic/open stage hvørt kvøld í vikuni.

Anna Iachino og Arnold Ludvig vildu tí fegin bjóða føroyskum spírum innan tónleik og list hendan møguleika og í apríl 2015 var open mic/open stage fyri fyrstu ferð í Reinsarínum. Open mic/open stage er ikki bert fyri tónleikarar, men eisini fyri tey ið yrkja og skemta.

Áðrenn pallurin gerst opin, er altíð ein serligur gestur. Tað hava verið fleiri gestir síðani tiltakið byrjaði í 2015. Eitt nú Jasmin Mote og Lea Kampmann byrjaðu sína tónleikaferð á pallinum og síðani tá hava tær gjørt nógv um seg á føroyska tónleikapallinum.

Vertirnir halda, at hetta tiltakið er eitt gott høvi, at venja seg at standa á einum palli og eisini at merkja afturmeldingina frá áhoyrarum, soleiðis at ein kann menna seg sum tónleikari ella listafólk.

Open mic/open stage er fyri øll og vertirnir ynskja at øll skulu føla seg vælkomnan. Ja, og hvør veit? Kanska eisini trína á pallin.

Brotið frá Open mic/open stage mikudagin 16. mai 2018. Serligi gesturin hesaferð var Max from Sweden.

Gestur í annaðkvøld erFróði Bjarnason er ungur tónleikari og sangskrivari, ið fyri kortum gjørdist vinnari av Stella. Tiltakið byrjar klokkan 19:30.