Gøtu Kirkju Ungdómskór í Vesturkirkjuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.10.2017 - 11:04

Mentan > Mentan > Konsertir

Í kvøld hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór konsert í Vesturkirkjuni í Havn. Hetta er fyrstu ferð, at kórið syngur í hesi kirkjuni.

Kórið fer at framføra tey verk, sum kórið hevur arbeitt við síðsta árið, og sum kórið m.a. framførdi í Riga í juli mánaði. Okkurt nýtt verk er eisini á skránni.

So skráin er samansett av sera flottum rútmiskum og klassiskum verkum – nýggjari og eldri.

Konsertirnar eru ókeypis, men tað verður møguleiki at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum eftir konsertina.