Gøtumaðurin, Súni Olsen skoraði avgerandi málið

Niels Petersen

27.08.2016 - 21:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Løgmanssteypafinalan í 2016 endaði við, at KÍ vann á Víkingi eftir brotsparkskapping. Eftir vanliga leiktíð og eftir eykatíð stóð á jøvnum 1-1, og í brotsparkskappingini endaði tað við, at KÍ vann 5-3. Seinasta Víkingaskotið varð ikki tikið, tí teir kundu hóast alt ikki heinta tey fimm skotini sum KÍ megnaði at seta í netið frá brotsparksblettinum. Sostatt er fýra ára sigursrøðin hjá Víkingi endað, og KÍ hava vunnið sína fyrstu steypafinalu síðan 1999. Hvør veit, kanska KÍ fær byrjað sína egnu sigursrøð við hesum sigrinum í kvøld.

KÍ fekk betru byrjanina í dystinum, og fingu rímuliga skjótt skapt eitt trýst á Víkingaverjuna. Kí megnaði eisini at fáa mál hesa løtuna, og tað var í 15. minutti, tá Páll Klettskarð skoraði. Men sum hálvleikurin leið, kom Víkingur betur við, og fekk javnað, tá umleið hálvur tími var spældur. Málið skeyt Andreas Lava Olsen.

Seinastu løtuna av hálvleikinum øktist KÍ trýstið á Víkingamálið aftur, men fleiri mál komu ikki undan steðginum. Í øðrum hálvleiki komu heldur ongi mál, og liðini høvdu sett leikferðina eitt sindur niður.

Bæði liðini fingu sínar møguleikar til at avgera dystin, men inn vildi bólturin ikki, og so skuldi finalan avgerast við brotspørkum. Og lagnunar speisemi vildi tað soleiðis, at tað bleiv Súni Olsen sum skoraði avgerandi málið, sum handaði KÍ sigurin á fyrrverandi liðfeløgum sínum úr Gøtu og Leirvík.

Brotsparkskapping endaði við at KÍ skoraði uppá øll síni, meðan óhepni Erling Jacobsen ivaleyst er sera keddur í kvøld. Hansara brotspark bleiv brent.

Portalurin ynskir KÍ tillukku við steypasigrinum.