Lil Yachty (Mynd: EPA)

Grammys 2017: Myndir av reyða langteppinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

13.02.2017 - 16:29

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

 Í gjárkvøldið vóru árligu Grammy virðislønirnar latnar fyri 59. ferð í Amerika.

Høvuðspersónurin hesaferð gjørdist bretska Adele, ið fór við næstan øllum heiðurslønunum innan pop-sjangruna fyri fløguna 25 har sangurin Hello er á.

Ikki færri enn 84 virðislønir verða handðar innan alskyns tónleikasjangrur. Vit hava savnað nakrar myndir sum vórðu tiknar á reyða langteppinum undan og eftir stóra tiltakið, ið varð hildið í Staples Center í Los Angeles.