Mynd: EPA

Grand prix-serfrøðingur: Enn kann alt henda í kvøld

Alda Nielsdóttir

12.05.2018 - 15:48

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Hvør man fara at vinna Eurovision finaluna í kvøld? Fyrst peikaði alt á Ísrael, so Noreg, og so Kýpros. Seinastu fimm dagarnar hava veddingarfyritøkur havt trý ymisk lond sum nummar eitt.

Danski grand prix-serfrøðingurin Rasmus Petersen, ið eisini umsitur heimasíðuna eurovisionworld.com, sigur, at stór ósemja er millum teirra, ið fylgja væl við í Eurovision, um hvør fer at vinna í ár. Tað sæst eisini hjá veddingarfyritøkunum.

Fyri viku síðani varð mett, at Noreg, Estland og Bulgaria eisini høvdu góðan kjans at vinna, men nú eru lond sum Týskland, Litava og Írland komin framum tey á listanum. Írland liggur brádliga nummar trý hjá veddingarfyritøkunum, tó eru tey nakað aftanfyri Ísrael og Kýpros.

Sangirnir hjá Kýpros og Ísrael eru eisini teir, ið hava verið mest spældir á Spotify, sæmbært uppgerð, ið Spotify hevur almannakunngjørt áðrenn finaluna í kvøld.

Rasmus Petersen leggur afturat, at veddingarfyritøkur eru ikki altíð eftirfarandi, og at alt kann henda.

“Eg haldi, at vinnarin er millum fimm tey ovastu á listanum hjá veddingarfyritøkunum, men eg tori ikki at peika á hvør tað verður,” sigur hann við DR.

Top 10 hjá veddingarfyritøkunum sá soleiðis út á middegi í dag:

01 Kýpros

02 Ísrael

03 Írland

04 Frakland

05 Svøríki

06 Týskland

07 Litava

08 Italia

09 Noreg

10 Estland

17 Danmark

Top 10 hjá Spotify sær soleiðis út:

01 Ísrael

02 Kyprós

03 Svøríki

04 Finland

05 Avstalia

06 Frakland

07 Týskland

08 Noreg

09 Bulgaria

10 Danmark

Listin er gjørdur útfrá, hvussu nógv hava lurtað á Spotify seinastu tvær vikurnar. Tó verða lurtarar úr tí landinum, har sangurin er frá, ikki roknaðir uppí.

Finalan í Eurovision Song Contest byrjar í kvøld klokkan 20.00 føroyska tíð.