Mynd: Tórshavnar kommuna

Grannarnir viðmerktu bústaðarætlanirnar á Frúutrøð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.03.2018 - 16:23

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Í gjárkvøldið skipaði Tórshavnar kommuna fyri grannafundi um bústaðarætlanir á Frúutrøð. Eini 30 fólk møttu til fundin. Grannafundurin hevði sum endamál at hoyra og kunna grannar um verkætlanina.

Tað var skilligt, at grannarnir høvdu nógvar spuriningar og meiningar um verkætlanina. Hetta er teirra bústaðarøki og tey ynskja sjálvsagt at verkætlanin ikki fer at lækka trivnaðin í økinum.

Spurt varð um íbúðabygging, um kloakkviðurskifti, útsýni, parkering, bussferðslu og mangt annað. Allar viðmerkingar vórðu noteraðar og verða kannaðar og brúktar í víðari arbeiði við verkætlanini, skrivar kommunan.

Ein samandráttur av grannafundinum við øllum viðkomandi spurningum og viðmerkingum verður lagdur fyri býráðið hóskvøldið.