Granni á Íslandsvegnum finst at Útvarpinum

Hallur av Rana

25.10.2014 - 03:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landsstovnar

Veruligt rok hevur staðist síðsti dagarnar um eini hús á Íslandsvegnum, ið vóru ætla sálarsjúkum at flyta inn í.

Tað, ið kanska veruliga festi eld í fjúsið, var tá Kringvarpið kundi boða frá at ein undirskriftainnsavnan var gjørd í grannalagnum, ið staðfesti at grannarnir ikki vildi hava sálarsjúk sum granna. Hetta skuldi sostatt havt við sær, at Bústaðir trekti seg frá avtaluni við Almannaverkið.

Seinni vísti tað seg, at hetta var als ikki satt, undirskriftainnsavnanin var ikki til. Men ov seint var, grannalagið hevði longu fingið eitt ringt orð á seg.

Í kvøld tekur eini grannin, Høgni Djurhuus, til orðanna um leiklutin hjá miðlunum í hesum málið. Hetta ger hann í lesarabrævið í kvøld.

Hann byrjar lesarabrævið við:

- Av tí at eg í farnu viku varð lagdur undir at gera mannamun á fólki, loyvi eg mær við hesum at gera nakrar viðmerkingar til málið um íbúðir til fólk við sálarligum sjúkum og veikleikum.

Síðani vísur hann á, at grannalagið við Íslandsvegnum, hevur altíð verið eitt tolsamt grannalag.

- Lívið á Íslandsvegi hevur verið eitt lív í tolsemi (30 ár) millum grannar og onnur. Vit eru øll von at síggja og liva saman við fólki við serligum avbjóðingum, sum tað nú eitur. Her er Blindastovnur, Deyvahúsið, MBF,Sambýli fyri fólki við serligum avbjóðingum og nógv onnur, sum hava livað og starvast her, uttan at tað hevur elvt til trupulleikar ella aðrar illstøður, so fyri tað hevði tað væl borið til, at ung fólk við sálarligum sjúkum og veikleikum húsaðust á Íslandsvegi 22, skrivar Høgni Djurhuus í lesarabrævinum.

Síðani finst hann at leiklutinum hjá Útvarpinum og øðrum fjølmiðlum, ið hann metir hevur øst fólk upp.

- Tað sum forargar meg mest er handfaringin av málinum í Útvarpinum og øðrum fjølmiðlum. Tíðindini verða borðin fram uttan, at man tryggjar sær at síggja brævið har grannar á Íslandvegi mótmæla at húsini verða nýtt til innivist hjá fólki við sjúku. Hetta er hampuliga grov ákæra móti okkum, sum búgva við Íslandsvegin, og tí eigur hetta at verða skjalprógvað, áðrenn tað verður borðið fram.

Høgni endar lesarabrævið við heldur speiskliga at spyrja um hvat mál fjølmiðlarnir ætla at øsa fólk við í næsti viku og leggur aftrat:

- Men eftir stendur at nógv fara at minnast okkum, sum búgva við Íslandsvegin, sum tey íð ikki vildu hava fólk við sálarligum sjúkum og trupulleikum sum grannar.


Tað ber til at lesa alla greinina inni á lesarin.fo ella við at trýsta á her.