Granskarar fortelja um sínar kanningar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.11.2017 - 14:23

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Komandi hósdag skipar Fróðskaparfelagið fyri ráðstevnu um gransking í Norðurlandahúsinum. Granskarar í Føroyum koma at hava framløgur um nøkur av teimum evnum, sum tey granska í.

Umframt granskarar av Fróðskaparsetri Føroya, Fiskaaling, Havstovuni, Landssjúkrahúsinum og fleiri øðrum føroyskum stovnum, koma Lise Lotte Hansen, lektari á biomedisinsku deildini á Aarhus universiteti, og Reid Hole, prorektari fyri gransking og menning á Nord universitet í Noregi, at hava framløgur. Eisini er vitjan frá systurfelagnum í Modena í Italia, Accademia Lo Scoltenna, sum fær góðan og málsligan stuðul frá orðabókarrithøvundinum og Føroyavininum Gianfranco Contri.

Umframt at kunna um nakað av tí, sum rørir seg innan gransking, er endamálið við ráðstevnuni at slóða fyri framtíðar samstarvi, har sum tað er gagnligt fyri granskingarúrtøkuna. Fróðskaparfelagið vónar, at ráðstevnan er við at styrkja gransking sum starv og stuðlar uppundir, at gansking verður sæð sum eitt týðandi og virðismikið íkast til samfelagskervið og menningina av tí.

Ráðstevnan er ókeypis og er ætlað granskarum, men eisini lesandi og onnur við áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.

Framløgurnar verða bæði sum stuttar munnligar framløgur og sum postarar. Av tí at stutt tíð er sett av til hvørja einstaka framløgu, eru tær mest at rokna sum brellbitar. Nøkur dømi eru:

- Smá pláss, stórir dreymar. Hvat hava Føroyar og Oki-oyggjarnar í felag?

- Kortlegging av sildaarvamassanum og menning av arvafrøðiligum stovnsumsitingaramboð.

- Heildarmynd av bakteriusamfeløgum við sekvensering. Tøknin, úrslit og møguleikar.

- Aling á harðbalnum økjum. Mátingar sum lýsa aliøkini og hvussu aliútgerðin og fiskurin uppføra seg.

- PISA, landsroyndir og aðrar kanningar sum eftirmetingartól av námsætlanum.

Dagurin endar við smakkiroyndum av føroyskari framleiðslu innan mat og drekka frá Leif Sørensen og umboðum fyri bryggjaríini í Føroyum.