Havrannsóknarskipið, Aurora (Mynd: forskningsskib.au)

Granskingarátak á landgrunninum á sumri 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

15.11.2016 - 21:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

07. og 08. november var ráðleggingarfundur á Havstovuni um ECOLINK-verkætlanina, sum millum annað snýr seg um, at gera neyvari kanningar av føroyska landgrunninum á sumri 2018. Hetta skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Havstovan og Århus Universitet hava í fleiri ár samstarvað um, at gagnnýta vitan frá fiskanytrum og kúpuskel. Við at kanna árringar ber til at siga nakað um vistfrøðiligu gongdina á Landgrunninum, frá tíggju- til hundraðtals ár aftur í tíðina. Danir eru eisini kønir í at kanna borikjarnur úr havbotninum, ið kunnu lýsa gongdina fleiri túsund ár aftur.

Fyri at økja um góðskuna av hesum óbeinleiðis vistfrøðiligu málum er neyðugt at knýta tey at neyvari og meira umfatandi kanningum av støðuni, sum hon er í dag. Sum partur av ECOLINK-verkætlanini eru danir sinnaðir at lata sítt nýggja granskingarskip, R/V Aurora kanna føroyskt havøkið í 2-3 mánaðir á sumri 2018.

Havstovan ætlar at stuðla kanningunum við okkara granskingarskipi, Magnusi Heinasyni. Mánadagin 07. november løgdu granskarar úr Århus og av Havstovuni fram nýggj úrslit, og týsdagin 08. november varð skjøtil settur á fyrireikingarnar av spennandi verkætlanini í 2018.